Avreiðingarnar í nøgd og virði av botnfiski og flatfiski eru eitt sindur lægri fyrsta ársfjórðing í ár, í mun til í fjør.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.
Samanlagt er nøgdin av avreiddum botnfiski minkað úr 14,750 tonsum, niður í 13,763 tons. Ein minking á sjey prosent.
Nøgdin á avreiddum toski er minkað við góðum 1400 tonsum, ið er ein minking á 27%. Í krónum merkir tað, at tað er avreitt fyri góðar 21 milliónir færri av toski, frá 94 millónum og niður í 73 milliónir.
Eisini hevur prísurin fyri upsa verið verri, ið eisini sæst aftur í tølunum. Hóast avreidd nøgd er stórt sæð tann sama, er virðið á minkað úr góðum 58 milliónum niður í 42 milliónir, ið er ein minking á 28%.