Ósemjan, sum førdi til, at fiskiflotin lá í fleiri vikur fyrr í ár, setir síni djúpu spor í fiskivinnuni. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir at í nøgd eru avreiðingarnar minkaðar heili 47% í januar og februar í ár aftur ímóti somu mánaðum i fjør.
Ein uggi er tað kortini, at prísurin hevur verið hægri og sostatt er avreiðingarvirðið bara minkað 32% higartil í ár, aftur ímóti í fjør.
Tølini vísa, at í januar og og februar í fjør vórðu avreidd tilsamans 17.859 tons fyri 153,7 milliónir. Í ár vórðu avreidd 9.554 tons fyri 104,4 milliónir.