Avrik í 2009

Frammarlaga í Eysturríki

Sunnudagin 24. mai var Súsanna Skylv við í einari kapping í hálvum Ironman í St. Polten í Eysturríki. Hóast hetta var hennara fyrsta kapping á hesum teini, megnaði hon at gerast nummar fimm í elitu-pro bólkinum hjá kvinnunum, og hon var bara fimm minuttir aftan fyri vinnaran. Á hesum teininum svam Súsanna 1,9 kilometrar, súkklaði 90 kilometrar og rann at enda hálvt marathon, 21 kilometrar.

 

Silvurvinnari í Álandi

Mánadagin 29. juni var Súsanna Skylv á Oyggjaleikunum í Álandi við í 10.000 metra renning. Har eydnaðist henni at vinna silvur í finaluni við tíðini 37 minuttir og 59,33 sekund – og hon var enntá minni enn seks sekund aftan fyri vinnaran. Súsanna var alla tíðina var í hølunum á teimum fremstu, men datt hon eitt skifti niður á fimta pláss, áðrenn hon í endaspurtinum arbeiddi seg upp á næstfremsta plássið og tók silvurið.

 

Danskur meistari

Sunnudagin 9. august var Súsanna Skylv við í kappingini um danska meistaraheitið í hálvum Ironman, sum var í danska býnum, Juelsminde. Her megnaði hon at vísa, hvør dugur er í henni, tá hon legði allar hinar aftur um seg og vann við tíðini fýra tímar, 37 minuttir og 12 sekund. Sostatt kundi hon kallað seg danskan meistara á teininum, og tað vakti so mikið stóran ans, at eitt pláss á danska landsliðnum møguliga er í eygsjón.

 

Føroyameistari

Sunnudagin 30. september var Súsanna Skylv einasta kvinna, tá kappast var um føroyameistaraheitini í sprint triathlon, ið fevnir um 750 metra svimjing, 20 kilometra súkkling og seks kilometra renning. Her kappaðist hon við seks mannfólk, og tíðin hjá henni gjørdist so mikið góð – ein tími, átta minuttir og 48 sekund – at hon bara var níggju sekund aftan fyri vinnaran hjá monnunum!