Avrikini í KA hava munað hjá Áka at fáa sáttmála við Aue

Í dag hevur EHV Aue boðað alment frá, at tey hava gjørt tvey ára sáttmála við Áka Egilsnes

 

Seinastu fýra árini hevur Áki Egilsnes úr Vestmanna spælt við felagnum KA úr Akureyri, fyrst í næstbestu deildini og seinnu árini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Áki hevur verið KA hollur hesi fýra árini og hevur sent nógvar bóltar í málið hjá mótstøðuliðunum. Saman við hinum í KA hevur Áki eisini á hesum sinni megnað at vunnið seg í endaspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Men nú verður íslendskur hondbóltur skiftur út við týskan hondbólt. Áki Egilsnes fer seinni í summar til eystara partin av Týsklandi fyri at spæla við EHV Aue, ið spælir í 2. bundesligu.

 

EHV Aue hevur spælt í 2. bundesligu síðani 2012. 

 

Í dag hevur EHV Aue boðað alment frá á heimasíðu felagsins, at tey hava gjørt ein tvey ára sáttmála við Áka Egilsnes: - Áki Egilsnes undirskrivar tvey ára sáttmála - EHV hevur funnið avloysarin fyri Gabriel De Santis (Úr Svøríki - red.). Áki Egilsnes verður komandi tvey árini í búnanum hjá EHV Aue. 24 ára gamli vinstahandaði spælarin er føddur í Vestmanna. Hann hevur spælt 12 A-landsdystir fyri Føroyar, og hevur skotið 38 mál í hesum landsdystunum. Í kappingarárinum sum er í gongd hevur hann skotið 90 mál í 18 dystum fyri KA Akureyri, ið spælir í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. - Vit fegnast um, at hava funnið ein spælara sum kann styrkja um hesa posisjónina hjá liðnum. Vit hava frá fyrr sera góðar royndir við spælarum sum koma frá íslendsku hondbóltsliguni. Eisini ein tøkk til Rúnar Sigtryggsson (venjarin red.) fyri at hava hjálpt okkum at fáa samband við Áka, sigur ítróttarstjórin, Rüdiger Jurke.

 

Í samrøðu við Árna Gregersen, tíðindamann á FM í farnu viku segði Áki Egilsnes, at hann er stoltur av, at tað er eydnast honum at fáa ein sáttmála í Týsklandi. Áki metir bundesliguna at vera bestu hondbóltsdeildina í heiminum, og tí er 2. bundesliga eitt framstig fyri hann í menningini sum hondbóltsspælari.

 

Áki sigur seg ikki duga væl týskt, og tað fer hann at royna at læra seg, men hann fer fyrst og fremst til Aue fyri at kunna spæla hondbólt á hægri støði.