Avskipaðu gamalt jarn

Í vikuni hevur Brennistøðin á Hjalla í Havn avskipað eini 2.000 tons av gomlum jarni til endurvinning

Í vikuni hevur Brennistøðin á Hjalla avskipað millum 1.800 og 2.000 tons av gomlum jarni, sum verður selt til endurvinningar.

Hesaferð var tað ein norskur keypari, ið hevði keypt tað gamla jarnið, og sambært Tórshavnar Kommunu hendir tað eini tríggjar ferðir um árið, at Brennistøðin avskipar gamalt jarn av landinum.