Í fyrradagin hildu vit fyri, at tann tíðin var farin, tá føroysk unglingalandslið vórðu smurd av í altjóða kappingum. Úrslitið í uppgerðini í Hollandi hóskvøldið kundi bent á, at vit tóku munnin ov fullan.
Føroyingar spældu ímóti Hollandi, og tað er synd at siga, at vertirnir vóru serliga blíðir. Holland vann 7?0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 2?0.
? Tað er ikki so nógv at siga til tapið. Okkurt av málunum, sum teir fingu, var eitt sindur bíligt, men teir høvdu fleiri aðrar upplagdar møguleikar, sum teir áttu at havt skorað uppá.
Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, sum er ferðaleiðari í Hollandi. Heimaliðið setti hol á í 7. minutti, teir øktu í 21. minutti, og fyrstu løtuna eftir stegðin gekk skjótt. Teir skoraðu í 43. og 44. minutti, og so var føroyingunum púra greitt, at dysturin var so rudduliga taptur. Holland skoraði eisini í 55., 70. og 80. minutti.
Tað var høgt flog yvir hollendska liðnum. Teir vóru allir fínir bóltspælarar, teir vóru skjótir, teir vístu góða spælfatan, teir nýttu breiddina á vøllinum, teir skiftu ímillum langar bóltar, eitt tvey samanspæl og yvirlapp, teir høvdu hegni og sjálvsálit at bjóða av mann móti manni, og teir vístu allar aðrar dygdir, sum kunnu roknast við av góðum spælarum og einum góðum liði.
Føroyska liðið hevði stórar trupulleikar av verjupartinum. Føroyingarnir høvdu bóltin ikki so lítið. Teir royndu at spæla í staðin fyri at sparka, men tað var torført at spæla seg til møguleikar. Einasti møguleikin var beint frammanundan, at Holland økti til 2?0. Einki spurdist burturúr, og í næsta skjóta álopinum fekk Holland mál.
Vekja áhuga
Hóast føroyska liðið hesa ferð stóð seg illa, so fylgja fótbóltsumboðsmenninir, sum hyggja at dystunum í Hollandi, væl við føroysku spælarunum. Liðformaðurin Jann Ingi Petersen skal til PSV Eindhoven í Hollandi um fjúrtan dagar, og eisini er greitt, at Ingi Højsted eisini skal royndarvenja í PSV. Ferðalagið kemur aftur til Føroya sunnudagin. Tá verður Ingi Højsted ikki við, tí hann skal venja í PSV.
? Ein umboðsmaður fyri eingilska stórfelagið Arsenal er her. Hann var eisini í Føroyum fyrr í summar, tá vit høvdu NM kapping. Hann hevur nógvar royndir at finna fram til nýggjar spælarar, og vit hava fleiri ferðir tosað við hann um føroysku spælararnar, sigur Jógvan Martin Olsen.
Jákup í Stórustovu er í Hollandi í hesum døgum. Tað er umvegis hann, at Ingi Højsted fer til PSV. Vit skilja á lagnum, at møguleiki er fyri, at onkrir aðrir spælarar seinni fara av landinum at royndarvenja.
Rani ikki við
Í fyrsta dystinum, sum var ímóti Hvítarusslandi, spældi miðverjin Rani D. Christiansen úr HB bara í sjey minuttir. Ein stoytur, sum hann fekk í knæið, var so dyggur, at Rani var noyddur at gevast. Nú er greitt, at løsturin er so meinur, at tað ikki ber til hjá Rana at spæla aftur á túrinum í Hollandi.
Ímóti Hollandi sá liðið soleiðis út: Sámal Jóhan Samuelsen, EB/Streymur ? Rókur F. Jespersen, HB, Áki Petersen, ÍF, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Eli Thorsteinsson, HB ? Hanus Eliasen, ÍF (Magnus Skoralíð, LÍF, 47.), Jann Ingi Petersen, liðformaður, B68, Ingi Højsted, B36, Rasmus Nolsøe, TB (Andy Olsen, NSÍ, 65.) ? Mortan Johannesen, B36 (Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, 72.), Bjarni Jørgensen, HB
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Annfinn í Bartalsstovu, GÍ, Bjarki Danielsen, NSÍ, Aksel Petersen, B68 og Rani D. Christiansen, HB (skaddur).
Føroyska liðið fer í morgin at dystast ímóti Íslandi. Íslendingar taptu hósdagin 3?2 ímóti Hvítarusslandi. Íslendska liðið verður sagt at spæla á sama hátt, sum íslendsk feløg og landsliðið gera. Tað vil siga, at teir hava nógv fólk aftarlaga á vøllinum og dúva oftast upp á langar bóltar. Mótstøðan í morgin verður mett at vera ivaleysa stór hjá føroysku unglingunum.