Síðstu dagarnar hava 15-16 spælarar verið samlaðir til venjing, og mikukvøldið bleiv so spældur ein venjingardystur ímóti A-landsliðnum, sum endaði 26-22 til tær eldru. Talan var tó um ein javnan dyst, ið óivað gevur venjaratoyminum eitt og annað, ið arbeiðast kann víðari við, tí enn er hampiliga góð tíð til tað.
Landsliðsvenjari er Claus Rasmussen, men aftur at sær hevur hann eisini Harald Bjørgvin og Johan Danielsen, umframt at hesar dagarnar, kvinnurnar hava verið saman, hevur Hans Nielsen gjørt ymsar testir, ið vísa meira neyvt, hvussu teir einstøku spælararnir eru fyri.
Higartil hevur talan bara verið um tekniskar venjingar, tí enn er hvørki greitt, hvørji mótstøðuliðini verða ella hvar kappingin verður, so alt tað taktiska má bíða so leingi. Greitt er tó, at bólkurin, sum Føroyar eru við í, verður avgreiddur síðst í mars mánaði.