Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
--------
Flokkarnir í Føroyum fáa flokkstuðul til “politiska upplýsing”, sum tað eitur. Hesin er sjálvandi goldin av okkum skattgjaldarum. Trupulleikin er bara, at flestu flokkar upplýsa ikki so nógv. Hetta hevur Norðlýsið t.d. víst á.
Tá løgtingsvalið var í fjør, vóru útreiðslur høgar, onkur flokkur hevði enntá milliona hall av valinum. Og tað mesta fór til plakatir, marknaðarføring og lesarabrøv, sum nokk ikki so nógv lósu.
Er hetta politisk upp-lýsing? Hví verður ikki upplýst politiskt hini árini, líka væl?
Politiskar visjónir
Hvat er tað, og hví skulu tær stuðlast?
Politiskar visjónir, eru jú privat fólk, sum hava ávísa hugsan um samfelagsviðurskifti.
Í núverandi løtu, er tað soleiðis, at vit øll gjalda fyri hugsjónir, ið vit ikki taka undir við. Sambandsfólk gjalda fyri hugsjónir hjá tjóðveldisfólki, javnaðarfólk gjalda fyri hugsjónir hjá fólkafloksfólki. Er tað rætt?
Hetta er jú privat, sum royna at ávirka tað almenna. Øll somul. Hví skal man stuðla tað?
Taka vit stuðulin vekk, so finna vit útav, hvør visjón fær fíggjarligan stuðul. Soleiðis operara fakfeløg. Tey fáa ikki almennan stuðul. Har eru tað limirnir, sum gjalda fyri raksturin. Og soleiðis átti tað eisini at verið fyri politisku flokkarnar.
Reformar?
Samgonguflokkarnir skríggja um neyðugar reformar, uttan heilt at siga hvørjar.
So her kemur eitt uppskot:
1) Avtak allan flokkstuðul
2) Lat allar limir í politisku flokkunum sjálvi gjalda fyri skrivstovufólk og annan rakstur
3) Hava krav um greiðan limalista og hvussu stuðlast kann, t.d. stuðul yvir 5000 kr skal vera almennur, stuðul frá fyritøkum skal eisini vera almennur o.s.fr.
4) Forbjóða valplakatir, bert tíðarspilla og órudd, sera umhvørvisóvinarligt
5) Øll áhugamál hjá uppstillaðum skulu vera lýst undan val
Á henda hátt, kunnu vit finna útav, hvør flokkur er fíggjarligum lívið laga.
Serliga kunnu vit finna útav, hvørjar visjónir er verdar at brúka pening uppá. Og harvið fær veljarin størri vald.
Nevnast kann, at summir flokkar í Danmark hava innanhýsis skatt, t.v.s. partur av løn hjá fólkavaldum skal í flokskassan. Flokkarnir kunnu sjálvir avgera, hvussu fígging verður útvega.
Í núverandi løtu fáa flokkarnir eitt skrivstovufólk givið uttan nakað hóvasták, og at meginparturin av peninginum fer til plakatir og marknaðarføring undan val.
Okkum tørvar konkretar visjónir, ikki alment stuðlaðar ódefineraðar visjónir, sum bara eru har ár eftir ár. Visjónir, sum vilja nakað, hava vit brúk fyri.