Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Avtaka dýra biðidag

Danir skulu arbeiða ein dag meira uttan at fáa meira í løn

 

Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Eitt av málunum hjá nýggju stjórnini er at avtaka ein halgidag, dýra biðidag. Hetta verður gjørt fyri at fáa fólk at arbeiða ein dag meira.

Eisini eru ætlanir um broytingar av bæði toppskatt og botnskatti og so kemur ein nýggjur milliónerskattur.

– Vit hava eitt mál um at tryggja enn fleiri dønum arbeiði, bæði tí vit grundleggjandi trúgva upp á vælferðina í at hava eitt arbeiði, men eisini fyri at gera okkum ríkari sum samfelag, sigur Mette Frederiksen.

Nýggja stjórnin fer at hálvera toppskattin, seta ein nýggjan millumskatt og ein nýggjan milliónerskatt á inntøkur oman fyri 2,5 milliónir krónur.

Toppskattamarkið verður hækkað til 750.000 krónur, meðan skattasatsurin verður settur niður við 7,5 prosentstigum.

Fýra milliardir krónur verða setta av til arbeiðsfrádráttin eins og 300 milliónir til serligan frádrátt til stakar uppihaldarar.

Ein hálv milliard verður sett av til at seta niður arvagjaldið fyri vinnuvirkið.

/ritzau/

 

 

Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix