Avtalað eisini úrslit í Danmark

Kanadiskur granskari sigur seg vera sannførdan um, at fleiri dystir í donskum fótbólti eru raktir av avtalaðum spæli

Fótbóltur

Jákup Mørk

[email protected]

 

Kaunas, Litava: Kanadiski granskarin, Declan Hill, sigur við danskar miðlar, at hann metir tað vera ógvuliga sannlíkt, at dystir í donskum fótbólti verða fixaðir – tað er, tá talan er um avtalað spæl.

Hill hevur skrivað bókina, The Fix, har hann millum annað heldur fast um, at 1/8-finalan millum Brasil og Ghana í seinasta HM-endaspælinum var fixað, og við Danmarks Radio sigur hann, at hetta helst eisini gongur fyri seg í Danmark.

- Havi eg hoyrt slatur um donsk feløg, sum eru blandað upp í avtalað spæl? Avgjørt. Havi eg sæð hagtøl, har serstakliga løgin fyribrigdi fyrikoma í úrslitum, sum veddað verður um? Ja, tað havi eg sæð, sigur hann við DR.

- Eg kann ikki staðfesta, at tað er so, men eg havi hoyrt, at trupulleikin er vaksandi í Danmark, sigur Hill, sum tó ikki vil koma við ítøkiligum dømum úr donskum fótbólti.