Avtalað spæl í turkiskum fótbólti

Um vikuskiftið varð fótbólturin í Evropa raktur av einari gølu, tá turkiska løgreglan handtók meiri enn 30 fólk, sum løgreglan leggur undir at hava avtalað, hvussu fótbóltsdystir skuldu enda við tí fyri eyga at fáa pengar í egnar lummar.

 

Sum skilst er talan um í minsta lagi 17 landskappingardystir í árunum frá 2008 til 2010.

 

Millum tey tiknu eru forsetin í stórfelagnum Fenerbache, Aziz Yildirim, og varaforsetin í sama felagi, Sekip Mosturoglu. Ein annar er varaforsetin í felagnum Trabzonspor, Nevzat Sakar, sum varð handtikin saman trimum av sínum spælarum.

 

Reuters skrivar, at gølan í Turkalandi kemur í kjalarvørrinum á líknandi gølum í Grikkalandi og Suðurkorea.