Avtala um dupulskatt undirskrivað við bretar

Dupultskattasáttmáli er nú gjørdur millum Føroyar og Bretland Í dag hava Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Dawn Primarolo, bretskur skattamálaráðharri, undirskrivað dupultskattasáttmála. Sáttmálin ber í sær, at borgarar og fyritøkur ikki gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í londunum báðum, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.

Undirskrivingin fór fram í bretska fíggjarmálaráðnum í London.

Trupulleikarnir av dupultskatti, sum bæði bretskar og føroyskar fyritøkur hava havt, tá hesi hava arbeitt ella virkað í londunum hjá hvørjum øðrum, skuldu frameftir verið burturbeindar, lovar Fíggjarmálaráðið.

Dupultskattaavtalan tryggjar í fyrsta lagi, at borgarar og fyritøkur ikki gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í londunum báðum.

Eisini merkir avtalan, at borgarar og fyritøkur í Føroyum og Bretlandi hava fulla greiðu á avleiðingunum, tá tey taka avgerð um at fara undir virksemi í londunum báðum. Somuleiðis verða viðurskiftini hjá teimum lesandi greiðari á hesum øki, skrivar Fíggjarmálaráðið.