Dávid Jacobsen, nevndarformaður og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, skrivaðu undir avtalu týsdagin.

Avtala undirskrivað við Eyðabø um íbúðarbygging

Íbúðirnar verða 34 í tali. Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, meðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið.

Dávid Jacobsen, nevndarformaður og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, skrivaðu undir avtalu týsdagin.

Á býráðsfundi hin 30. mai í 2021 samtykti býráðið í Eysturkommunu at selja matrikkul 72ab til toymið handan verkætlanina, Eyðabø.

 

Upprunaliga var toymið mannað við Varðanum og Bústaðum. Hetta arbeiðið dró nakað út, og Bústaðir fór síðan burtur úr verkætlanini.

 

Tó hevur Varðin arbeitt víðari við verkætlanini, og er hon so mikið væl ávegis, at avtala nú er undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø, sum skal byggja íbúðir uppat eldrasambýlinum í Norðragøtu.

 

Í Eysturkommunu vita tey í dag at siga, at íbúðirnar verða 34 í tali. Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, meðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið.

 

Avtala er eisini gjørd um samstarv um nakrar av íbúðunum, ið Eysturkommuna og Eldratænastan Nánd koma at gera brúk av.

 

- Hetta er eisini í tráð við tilmæli hjá búskaparráðnum um at skapa møguleikar hjá eldri borgarum at flyta úr sínum bústaði og í eina meira eldravinarliga íbúð.

 

Í Eysturkommunu leggja tey aftrat, at íbúðirnar koma allar at liggja upp at eldrasambýlinum, og tí verður eisini arbeitt við at útbyggja eitt tilboð til teir borgarar, ið koma at búgva her og hava tørv á heimarøkt frá Nánd.

 

 

Dávid Jacobsen, nevndarformaður og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, skrivaðu undir avtalu týsdagin.