H1N1
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Kringvarp Føroya veit í dag at siga, at ein ung kvinna varð avvíst av læknavaktini um vikuskiftið, hóast grundaðan illgruna um svínakrím.
Eftir fleiri áhaldandi og miseydnaðar royndir, fekk kvinnan um hálvgum trý tíðina sunnudagin fatur á læknavaktini. Har greiddi hon frá, at hon kendi seg illa og hevði fepur. Harafturat hevði hon verið í sama flogfari sum maðurin, sum longu hevur fingið staðfest krímið. Men har fekk kvinnan at vita, at støðan ikki var nóg álvarsom, og at vakthavandi einki fekk gjørt. Tí varð hon avvíst.
Síðani hevur hon verið hjá kommunulækna, og har hevur hon fingið at vita, at hon helst er smittað við H1N1 smittuni, hóast hetta enn ikki er endaliga váttað.
Kvinnan er kannað, men tað ganga í minsta lagi tveir til tríggir dagar til endaligt svar fæst.
Sat undir liðini á smittaða
Tey avvarðandi og 26 ára gamla kvinnan standa púra spyrjandi, og undrast stórliga framferðarháttin hjá læknavaktini.
Kringvarpið veit nevniliga at siga, at kvinnan hevur sitið undir liðini á manninum, sum hevur fingið staðfest H1N1 smittuna, tá hon kom við flogfarinum til Føroya týsdagin í farnu viku klokkan 14.
- Tí tykist tað okkum púra óskiljandi, at læknavaktin hevur skúgvað allan illgruna til viks og hevur avvíst kvinnuna, siga avvarðandi hjá kvinnuni við útvarpið.
Tey undrast eisini á tað dupulta í at myndugleikarnir boða frá, at tey, sum hava verið við flogfarinum, eiga at koma undir læknahond beinanvegin, um tekin eru um sjúkueyðkenni, samstundis sum læknavaktin avvísir kvinnuna, tá hon boðar frá.