Avvarðandi mótmæla

Avvarðandi hjá teimum, ið búgva á Tjarnargarði í Havn, vísa nú sína ónøgd við ætlaðu sparingarnar á stovninum.

- Sparingarnar hava við sær, at røktin á Tjarnargarði í ávísan mun ikki longur verður nøktandi. Og tað sum verri er, røktin verður ikki longur forsvarlig,

siga tey avvarandi.

Avvarðandi mótmæla eisini skerjingarnar av náttarvaktunum. Sambært spariætlanini verður bara ein náttarvakt til 24 fólk.

Avvarðandi hjá teimum, sum búgva á Tjarnargarði í Havn, hava skrivað eitt felags mótmælisskriv til leiðsluna á Tjarnargarði. Skrivið verður viðgjørt á felags fundi á Tjarnargarði klokkan sjey í kvøld, áðrenn tað verður handað leiðsluni.

Ein av stigtakarunum er Hannedot Ludvig, sum eigur eina mammu, ið býr á Tjarnargarði:

Hoyr samrøðu við Hannedot Ludvig her: