Bretska sjónvarpið Sky News vil vera við, at irakski leiðarin, Saddam Hussein, rindar avvarandi hjá palestinum, sum eru deyðir í bardaganum við ísraelsmenn, endurgjald, og at avvarandi hjá sjálvmorðsbumbumonnum fáa eina eyka samsýning.
Sambært Sky News hevur Irak higartil goldið teimum avvarandi næstan 150 milliónir krónur. Pengarnir eru sendir teimum víðgongdu palestinsku felagsskapunum, sum síðani hava latið teimum avvarandi teir.
Sagt verður, at avvarandi hjá teimum, sum eru deyð í bardaga við ísraelsmenn, fáa 70.000 krónur úr irakska ríkiskassanum, meðan avvarandi hjá sjálvmorðsbumbumonnum fáa góðar 180.000 krónur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tíðindi vilja vera við, at Irak hjálpir palestinum, sjálvt um irakska stjórnin hevur víst hesum aftur.