AWI-Boats
Seinnapartin mánadagin vitjaði Sosialurin inni á glastrevjavirkinum hjá AWI-Boats í Runavík, har rættiliga nógv er at takast við í løtuni, bæði við nýbygging og umvælingum.
Bátavirkið byggir í løtuni fýra útróðrarbátar til eitt felag í Sisimiut í Grønlandi; tveir 33 fóts bátar og tveir 35 fóts bátar, sum skulu latast seinni í mai mánaða.
Aðalstein Anthoniussen sigur, at allir fýra bátarnir verða útgjørdir til toskafiskiskap ? við snellum, línuspæli og garnaspæli. Tað er Oilwind í Miðvági, sum letur snellur og spøl.
- Ætlandi verða bátarnir fluttir yvir til Grønlands við øðrum skipi, tí tað er heldur tíðliga upp á árið at sigla teir yvir.
Hann sigur, at bátarnir væntandi fara úr Føroyum eftir fiskivinnustevnuna, sum verður í høvuðsstaðnum í mai.
AWI-Boats verður við á fiskivinnustevnuni, og ætlanin er at hava ein av hesum bátum liggjandi í Havn, meðan stevnan verður hildin.
AWI-Boats hevur gjøgnum árini havt nógvar sáttmálar um nýbygging av bátum til Grønlands, og hetta snýr seg um flest allar bátastøddir ? heilt frá jollum, um 23 fóts AWI-bátar til stórar útróðrarbátar, sum hesar, ið nú fara yvir til Sisimiut.
Aðalstein sigur, at AWI-Boats tilsamans hevur bygt einar 75 bátar til Grønlands.
Spurdur, um talan kann gerast um fleiri sáttmálar um bátar til Grønlands í næstum, sigur hann, at ymiskt er í umbúna millum bátavirkið í Føroyum og áhugaðar grønlendingar.
Tað skerst ikki burtur, at grønlendingum dámar væl føroysku bátarnar, sum verða bygdir og styrktir til grønlendsk viðurskifti.
Umvælingar og leingjan
Tá ið Sosialurin vitjaði á AWI-Boats, vóru menn í holt við at seta maskinu í ein av bátunum, sum skal til Grønlands.
Í vestaru høllini var ein póllendingur í holt við at pussa eina jollu, sum er ein nýggjari og sera snotuligur bátur, ið bæði kann nýtast til stuttleikasigling og smá-útróður.
Ein av monnunum, vit tosaðu við, sigur, at póllendingarnir, sum Aðalstein hevur í arbeiði, eru sera dugnaligir ? ikki minst, tá ið ræður um at stoypa bátar.
Á AWI-Boats í Runavík arbeiða eini 10-11 mans, harav tveir eru póllendingar.
Umframt at byggja bátar, er áhugin at leingja bátar vorðin stórur, og tí bjóðar AWI-Boats seg eisini fram á hesum øki.
- Vit hava við góðum úrsliti longt nakrar bátar. Fyrimunirnir eru, at plássið á dekkinum er vorðið størri og arbeiðsumstøðurnar betri. Báturin fær betri berievni ? og hann hevur møguleikar at sigla skjótari, sigur Aðalstein Anthoniussen.
Á AWI-Boats í Runavík taka teir sær eisini av ymiskum umvælingum, sølu og ísetan av motorum.
Virkið byggir eisini slengrikjølar á bátar, sum eru vorðnir rættiliga væl umtóktir.