Axel er upvaksin á Rananum í Trongisvági. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum skúlastjóri við Sandoyar Meginskúla síðan miðskeiðis í 70-unum.
Hevur hevur røkt hetta starvi síðani - burtursæð frá tíðarskeiðum tá ið hann hevur havt farloyvi. Hann var eitt ár á ársskeiði á Føroya Læraraskúla, eitt ár róði hann út við egnum báti, tvey ár í Grønlandi saman við konuni, har hann var varaskúlastjóri á einum fólkaskúla frá 1995-1997.
Axel hevur stóran áhuga í sigling og báti sínum, har verða tær flestu fríløturnar brúktar. So at siga hvør summarferia fer umborð á bátinum.
Hann hevur siglt nógvar og langar túrar við báti sínum, antin saman við konuni ella onkrum øðrum, t.d. til Grønlands, Noregs, Hetlands, Írlands, Danmarkar og onnur lond.
Axel er giftur við Sólbjørg f. Hjelm, úr Vági. Tey eiga fimm børn: Eyð 36 ár, Lív 34 ár, Heidi 31 ár, Rúna 27 ár og Rani 23 ár. Abbabørnini eru 9 í tali.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Heilsan børnini