(Dublin) - Hann hevur alt ov nógvar tónleikavinir her í Dublin, so hann verður skít, áðrenn hann nakrantíð kemur á konsertina.
Taxaførarin hendan dagin í Dublin hevði ikki stórvegis gott at bera W. Axl Rose, karismatiska frontmanninum í Guns N’Roses.
Eingin ivi er um, at atburðurin hjá Rose ikki altíð hevur verið so framúr. Trupulleikar við rúsandi løgi og ditto evnum hava ikki bøtt um maniodepressiva lyndið, og ein avleiðing er, at Axl í dag er einasti upprunalimurin í bólkinum.
Fyri tveimum árum síðani gav hetta eisini at bíta í Dublin, tá konsert var á skránni í O2-arena í Dublin. Júst sama høll, sum næst seinasta hósdag var karmur um triðu konsertina á júst byrjaðu Europa-túrinum hjá bólkinum.
Ta ferðina hótti forsangarin við at rýma longu undir fyrsta lagnum, tí onkur av áskoðarunum – sum tá høvdu bíðað í hálvan annan tíma, tveitti ein vatndunk á pallin. Og tá enn ein dunkur varð tveittur á pallin undir fjórða lagnum, segði Rose farvæl.
Bøtti um skaðan
Hendingin gjørdi eisini, at fleiri vórðu heldur bilsin, nú júst O2-arena í Dublin varð vald til veruliga startskotið av nýggja Europa-túrinum. Tvær konsertir í Moskva vóru mest at rokna sum upphiting, áðrenn Írland, Stórabretland og síðani europiska meginlandið skuldu takast.
- I have some unfinished business in Ireland, segði Rose í eini blaðsamrøðu stutt undan fráferðini úr USA, og so kundu vónríka áskoðararnir vóna ella óttast – alt eftir, hvussu tey tulkaðu útsøgnina.
Hóskvøldið um midnáttarleitið kundu tey á leið 12.000, sum vóru í høllini hetta kvøldið, bara ásanna, at hetta skuldi tulkast positivt. Rose er sloppin av við Mr. Brownstone, og Night Train er sett á hillina, og tað bæði sæst og hoyrist.
Sæð burtur frá út av lagi vánaliga punk-orkestrinum, sum hitaði upp – men sum als ikki fekk nakað lív í fjøldina – so var talan um framúr konsert-uppliving. Enntá eina mest sum intima av slagnum, nú eitt standipláss merkir, at tú kanst troka teg so nær sum 10-15 metrar frá pallinum.
Upplivingin gjørdist ikki minni av, at legendariska Thin Lizzy – sum aftur hevur skift nakað út á manningarsíðuni – hevði valt sama pallin til at skjóta sín Europa-túr ígongd. Og við løgum sum Jailbreak, The Boys are Back in Town og Whiskey in the Jar fingu teir salin at kóka, longu áðrenn nakar hevði sæð nakað sum helst til amerikanska høvuðsnavnið.
Sær sjálvum líkt, so lótu teir eisini fólkið bíða eina løtu. Men tá tónleikur hjá Rage against the Machine byrjaði at ljóða úr hátalarunum, vistu tey flestu, at nú var tíðin komin. Til eina einastandandi rock-framførslu, har eingin fingur kundi setast á nakað sum helst.
Hóast seinasta útgávan bert er hálvtfjórða ára gomul, so vóru tað fyrst og fremst árini ’87 til ’91, sum skaptu legenduna um Guns N’Roses. Og hóast nøkur løg vóru av Chinese Democracy, so vóru tað tey frá Appetite for Destruction og Use Your Illusion – tíverri eingi av Lies, sum fingið takið í høllini at lyfta seg.
Rose var í stórformi. Røddin er betri, enn hon hevur verið í nógv ár, og høgu tónarnir í Sweet Child O’mine, Civil War ella You Could be Mine fingu á ongan hátt sangaran at hveppa seg.
Stórsmílandi og hart-rockandi helt hann trýstinum uppi í samfullar tríggjar tímar. Og yvirskot var enntá til at skemta nakað, tá hann helt fyri, at ein skaði í beininum gjørdi, at hann ikki fekk runnið so nógv sum vant.
“I hope you don’t mind me moving less than usual, although I’m probably moving a whole lot more than I was the last time I was here”
Kryddað við hópin av solo’um, har allir í bólkinum fingu høvi at reypa sær, var framúrskarandi sangarin garantur fyri einum ógloymandi kvøldið, sum so ruddiliga staðfesti, hví bólkurin fekk innivist í Rock’n roll Hall of Fame, beint sum aldurin var til tess, og hví bæði Rolling Stone og NME hava kosið røddina hjá Axl at teljast millum tær bestu í heiminum – nakrantíð.
Ber til at tosa um vónbrot, so var tað heldur keðiligt, at “Patience” ikki var partur av tríggja tíma langa set-listanum hesaferð. Men tað var nú kortini til at liva við, tá vit kortini kundu skrála við til tey allar flestu at hinum stóru hittunum, sum bólkurin hevur staðið fyri.
Upplivið søguna
Eftir stendur sjálvandi spurningurin, um vit nakran tíð aftur kunnu rokna við nøkrum somikið framúr góðum útgávum frá Axl og hansara monnum.
Sjálvur sigur Rose, at hann longu hevur smíðað løg til einar átta útgávur ella so, men tað man kortini vera ivasamt, um hesar kunnu røkka teimum, sum skaptu legenduna um Guns N’Roses.
Tí hóast DJ Ashba, Ron Bumblefoot og Richard Fortus eru framúr guitar-spælarar, so hava teir ikki somu skapanarevni sum karismatiski Slash og Izzy Stradlin. Slash var smiðurin handan flestu guitar-riff’ini, sum eru so eyðkend fyri hard-rock partin, meðan samspælið millum Rose og Stradlin var framúr, tá løg og orð skuldu smíðast saman.
Tí er helst eingin ivi um, at tann parturin av Guns’n Roses er og verður søga.
Men í vár og í summar ber altso til at uppliva ein tann mest týðandi partin av alheims rock-søguni fyri fullum útblástri.