Eftir at fyrri dysturin millum liðini bæði endaði við málleysum javnleiki, skuldi dysturin millum Ayr United og Dundee í skotsku steypakappingini hesu ferð avgerast.
Tað varð hann eisini, men neyðugt varð við bæði longdari leiktíð og sektaspørkum, áðrenn endaligi vinnarin varð funnin.
Tá 90 minuttir vóru leiktir, stóð framvegis á jøvnum 0-0, men longu í fyrsta minuttinum av longdu leiktíðin eydnaðist tað Gavin Rae at leggja Dundee fram um 1-0.
Stórt trýst
Eftir hetta legði Ayr Utd. stórt trýst á mótstøðumálið, og m.a. varð eitt skot frá Glynn Hurst bjargað á sjálvari málstrikuni.
Tá 104 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað tó liðskiparanum, Neil Duffy, at seta kollin undir eitt hornaspark, og so stóð aftur á jøvnum. Hurst hevði seinni tveir møguleikar at avgera dystin, men inn vildi bólturin ikki, og tískil varð neyðugt við sektaspørkum.
Úrslitið varð, at Ayr vann 7-6, og eru teir tískil framvegis við í pottinum, tá lutakast verður um, hvussu 16 tey seinastu liðini skulu leika.
Sum vanligt sat Jens Martin Knudsen millum áskoðararnar undir dystinum, meðan Jens Kristian Hansen lá heima í seingini sjúkur.
Sama sjúkan var eisini orsøkin til, at hann í seinasta dystinum hjá Ayr varð skiftur út eftir einans góðan hálvan tíma.