Ein av næstu døgunum verður greitt, um altjóða hondbóltsdómarapar okkara, Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen, fáa boð um at døma onkrar av áttandapartsfinalunum í Europa Cup-kappingunum, sum verða um ein mánað. Sunnudagin dømdi Eyðun dystin millum Tjaldur og Stjørnuna saman við Hans Thomasen, tí Andrias hevur fingið ein skaða í ryggin. Hann væntar tó at verða klárur aftur um eina ella tvær vikur.