Bíða eftir dønum

Grønlendska landsstýrið hevur vent sær til myndugleikarnar í Keypmannahavn um málið við teimum lutfalsligu nógvu grønlendingunum, sum vórðu føddir uttan fyri hjúnarlag í farnu øld, og sum ikki vita, hvør pápin er. Ætlanin er at stovna ein felagsskap, sum skal umboða faðirloysingarnar og virka fyri, at teir fáa síni løgfrøðiligu rættindi so sum rætt til at arva pápan og at bera navn hansara. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, segði í gjár, grønlendsk lóggáva umfatar bara Grønland, og tí mugu danir taka tað avgerandi stigið. Tey flestu børnini, sum talan er um, vórðu fødd í fimmti- og sekstiárunum.