Mansliðið hjá ÍF, sum fyri tveimum vikum síðani var í Íslandi og spældi við í NEVZA-meistarakappingini fyri feløg, har tað tíverri ikki rakk til víðari spæl eftir tveir ósigrar, er framvegis sera torført at meta um í heimligum kappingarhøpi, samanborið við hini feløgini.
Hetta, tí menninir hjá ÍF hava spælt nógv færri dystir enn hini liðini. Higartil hevur tað aloftast verið so, at tveir mansdystir hava verið hvørja viku, og stigatalvan er eitt sindur skeiklað.
SÍ og Mjølnir hava spælt fimm dystir í part og Fleyr og TB tríggjar, meðan ÍF bara hevur spælt tveir. Tað vil siga, at ÍF við at vinna teir írestandi dystirnar kann leggja seg undir liðina á SÍ og yvirhálað Mjølnir, um styrkin altso er til tað.
Hvussu er og ikki, so er torført at fáa eina álítandi mynd av, hvørji manslið í veruleikanum roynast best, men alt peikar á eina kapping millum SÍ, Mjølnir og ÍF, ið altíð má roknast við. Men enn verður altso bíðað eftir, hvat ÍF møguliga hevur at bjóða…
TB tók sett
Í gjár vóru tveir dystir á skránni, og serliga dysturin í Trongisvági, har TB tók ímóti Mjølni, var merkisverdur, tí TB legði fyri við næstan at kløkka lívið úr klaksvíkingum.
TB hevði í fjør sum mál at vinna okkurt sett, og í tveimum førum gjørdist tað Mjølnir, ið stóð fyri, tá tað eydnaðist tvøramonnum.
Og í gjár bar aftur til, tí TB vann 27-25 í fyrsta setti, áðrenn Mjølnir fekk skikk á spælið og vann trý tey næstu, men framvegis uttan at vera so øgiliga sannførandi.
Hin mansdysturin var í Sørvági, har SÍ tók ímóti Fleyr, og her gjørdist ongantíð líka spennandi sum í Trongisvági, tí SÍ vann dystin 3-0. SÍ byrjaði dystin betur, og hóast Fleyr batnaði, rakk tað ikki til at hótta sørvingar, ið tískil framvegis eiga oddasessin framman fyri Mjølnir og rest.