Bíða eftir línuskipunum

Línuskipini eru til fiskiskap, og fyrstur inn at landa verður helst Fugltúgvan, sum er undir Íslandi og hevur boðað frá landing hósdagin. Í gjár landaði trolbáturin Fiskaklettur sløk 17.000 pund í Klaksvík.

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík vita tey at siga, at línuskipið Fugltúgvan, sum er undir Íslandi, hevur boðað frá landing hósdagin.

Fiskiskapurin hjá línuskipunum undir Íslandi hevur ikki verið nakað serligur í seinastuni.

Onnur línuskip, sum eru heimahoyrandi í Klaksvík, eru í løtuni til fiskiskap, men tey fyrstu koma neyvan innaftur at landa fyrr enn í næstu viku.

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík siga tey, at Klakkur hevur verið úti í einar fimm dagar, og Helena hevur eisini roynt í nakrar dagar.

Kvikk fór útaftur í gjár, og Jákup B er eisini undir Íslandi, men kemur neyvan heimaftur fyrr enn í næstu viku.