Tó so. Hansara egnu vildu hava málið kannað - og tað í sjálvum sær kann so ikki gera støðuna verri - hvørki fyri Signar á Brúnni ella fyri tey, ið siga nakað annað.
Men málið fekk eina heldur løgna vend næstseinasta fríggjadag, tá partamenn hansara góvu honum endaliga sparkið - bert fáar vikur áðrenn kanningarstjórin handar løgtingsformanninum frágreiðingina um málið.
Vit kunnu heldur ikk i annað enn geva bæði formannininum og virkandi formanninum í fíggjarnevndini rætt, tá teir greiða frá mannagongdini við eykajáttanum í fíggjarnevndini.
Tá nevndin hevur ta siðvenju, at slík mál skulu fyri tingið - soleiðis sum stýrisskipanarlógin fyriskrivar - so er ikki meira at tosa um. Hvør er trupulleikin í at kalla tingið saman?
Tann altíð so atfinningarsami advokaturin, Bjørn á Heygum, var løgið nokk í parti við landsstýrinum hesaferð. Tað er eisini undrunarvert, hví hann í hesum máli ikki heldur seg til »greiðu linjurnar«, sum hann annars altið er so skjótur at gera vart við?!
Tað tykist nú eyðsæð, at talan er um eitt innanhýsis stríð í Tjóðveldisflokkinum, sum nú endaliga er avgreitt. Men tá landsstýrið ikki bað um hesa játtan, tá eykajáttanaruppskot vóru fyri í tinginum bæði í apríl og maimánaði - hví hevur málið so fingið bráskund nú? Hvar er logikkurin!
Ivi er nú eisini reistur um arbeiðsháttin hjá Helenu Dam á Neystabø. Vil løgmaður sleppa undan slíkum trupulleikum, so er bert at halda seg til tað, ið skrivað stendur: Bíða, ella kalla tingið samanEg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.