Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag spælt HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Dysturin, sum var tann sætti hesa undankappingina, var ímóti Slovenia, sum Føroyar í novembur í fjør taptu 5-0 ímóti. Hetta eru einastu stigini, sum Slovenia hevur fingið. Slovenia er næstaftast í bólkinum, meðan Føroyar eru aftast.
Dysturin, sum byrjaði kl.17.00, var 10 minuttir gamal tá ið gestirnir løgdu seg á odda 1-0 við máli frá Laru Ivanusa. 10 minuttir seinni økti Mateja Zver til 2-0 við brotssparki. Føroyar vóru við undirlutan í fyrra hálvleiki, og tað spurdist einki burturúr teimum hálvu møguleikunum, tær fingu. Støðan í hálvleikssteðginum var 2-0 til Slovenia.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Metaja Zver til 3-0, tá ið hon lyfti bóltin upp um Jónu Nicolajsen, ið var komin langt út úr málinum. Føroyar høvdu fleiri góðar møguleikar í seinna hálvleiki – eitt nú ein leysur stútari til Olgu Kristinu Hansen og ein opin møguleiki væluppløgdu innskiftu til Milju R. Simonsen, men í báðum førum fór bólturin beint framvið.
Tað var bara óhepni, ið gjørdi, at Føroyar ikki komu á máltalvuna í dag. Heldur máttu tær føroysku síggja Slovenia fáa sítt fjórða mál tveir minuttir fyri leiklok, tá ið Lara Prasnikar varð spæld í góða støðu og ikki sveik álitið. 4-0 til Slovenia gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Føroyar eru aftast í bólki 6, har tær enn ikki hava fingið nakað stig og somuleiðis eisini bíða eftir sínum fyrsta máli. Næsti dystur hjá Føroyum verður týsdagin í næstu viku kl.16.30, tá Føroyar fara á vitjan hjá Kekkia. Eftir tað er bara ein dystur eftir at spæla, og hann verður á heimavølli 4. septembur ímóti Týsklandi.
Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, sæst niðanfyri hesi hagtølini:
Føroyar – Slovenia 0-4 (0-2)
0-1: Lara Ivanusa, 10.
0-2: Mateja Zver, 20.
0-3: Mateja Zver, 65.
0-4: Lara Prasnikar, 88.
Byrjunaruppstilling: Føroyar: Jóna Nicolajsen – Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Rannvá B. Andreasen, Katrina Akursmørk – Olga Kristina Hansen (66. Milja R. Simonsen), Eyðvør Klakstein (58. Margunn Lindholm), Arnborg Lervig, Ansy Sevdal, Ásla Johannesen (88. Evy á Lakjuni) – Heidi Sevdal
---
Liðugt: Slovenia vann dystin 4-0.
92min.: Føroyar vinna sær hornaspark, men okkara fáa ikki skot á.
90min.: Fýra minuttir eru lagdir afturat.
88min.: Evy á Lakjuni kemur inn á vøllin fyri Áslu Johannesen.
88min.: 4-0 til Slovenia! Føroyska verjan verður spæld tunn, og Lara Prasnikar sendir bóltin í málið til 4-0.
84min.: Milja R. Simonsen hevur verið ein hóttan síðani hon kom inn. Nú var aftur um reppið, at hon gjørdist púra leys, men ein slovensk kom ímillum í evstu løtu.
81min.: Milja R. Simonsen verður feld í einum álopi. Frísparksinnleggið verður ruddað burt. Hendan søgan hevur endurtikið seg ov ofta. Deyðbóltarnir hava verið nógvir í tali, men lítið og einki er fingist burturúr.
78min.: Nú dovnaði dysturin nakað.
75min.: Føroyar fara væl mannaðar í mótálop, men innleggið hjá Áslu Johannesen fer út av vøllinum.
72min.: 412 áskoðarar eru á Tórsvølli í kvøld.
71min.: Risa møguleiki til Føroyar! Í eyðkendum stíli rennur innskifta Milja R. Simonsen frá slovensku verjuni, og skotið hjá henni fer fáar sentimetrar framvið stongini.
66min.: Føroyar fremja sína aðru útskifting. Milja R. Simonsen kemur inn í staðin fyri Olgu Kristinu Hansen.
65min.: 3-0 til Slovenia! Enn ein sending inn um føroysku verjuna. Jóna Nicolajsen kemur langt út úr málinum, og Mateja Zver lyftir bóltin í mál til 3-0.
64min.: Risa møguleiki til Føroyar! Heidi Sevdal við einum framúr innleggi, men ein púra leys Olga Kristina Hansen stútar við síðuna av.
62min.: Slovenia roynir seg við langskoti, men Jóna Nicolajsen bjargar.
58min.: Føroyar gera sína fyrstu útskifting. Margunn Lindholm loysir Eyðvør Klakstein av á miðvøllinum.
55min.: Føroyar koma í tvær sera góðar støður. Fyrst er tað Heidi Sevdal, sum hevur ein verjuleikara eftir at seta av, men velur at skjóta útifrá, og minuttin seinni er Ansy Sevdal eina vánaliga temjing frá at fáa ein 100% møguleika.
47min.: Slovenia kemur í góða støðu, men skotroyndin hjá teimum fer upp um málið.
46min.: Seinni hálvleikur er byrjaður. Eingin útskifting hevur verið.
Hálvleikur: Slovenia er uppiborið á odda 2-0 í hálvleikssteðginum. Tær hava verið betra liðið og hava spælt seg til fleiri góðar støður, meðan Føroyar hava havt onkrar hálvar málmøguleikar.
45min.: Ein minuttur er lagdur afturat.
43min.: Føroyar vinna sær fríspark frammanfyri miðjuna. Tær taka sær góða tíð og senda bóltin inn í málteigin, haðani Slovenia tó ruddar bóltin burt.
39min.: Lív F. Arge verður liggjandi eftir ein samanbrest. Føroyski læknin, Heini Harryson, hyggur upp á hana, og FC Nordsjælland-leikarin fær eftir stutta viðgerð loyvi at halda fram.
38min.: Vinstra verjusíða hjá Føroyum hevur havt stórar avbjóðingar. Nú man fara at nærkast 10 ferðum, at Slovenia er sloppið inn um verjuna tann vegin.
34min.: Nú hevur Slovenia aftur havt eina løtu, har tær hava spælt seg í góðar støður, men føroyska verjan hevur verið væl mannað og vart fyri.
33min.: Olga Kristina Hansen fær bóltin beint í andlitið. Hon verður liggjandi eina løtu, men reisir seg og spælir víðari.
27min.: Risa møguleiki til Slovenia. Tær spæla seg væl fram í vinstru síðu, men nærum púra leys skjýtur Lara Prasnikar við síðuna av málinum. Jóna Nicolajsen var skjót úti at gera málið lítið.
26min.: Føroyar hava havt fleiri skilagóðar sendingar, men tað er trupult at koma framvið teimum kropsliga sterku kvinnunum úr Slovenia.
22min.: Slovenia við góðum innleggi, men Føroyar rudda burt og fara í mótálop við Heidi Sevdal á odda. Hon roynir seg við skotið, men tað fer væl upp um.
20min: 2-0 til Slovenia! Slovenia spælir seg inn um føroysku verjuna, og Rannvá B. Andreasen fellur spela Kolbl. Dómarin dømir brotsspark, og tað umsetir Mateja Zver til mál. 2-0 til gestirnar.
18min.: Slovenia hevur takið á dystinum. Tær flyta bóltin væl runt og hótta serliga við at leggja bóltin aftur um føroysku verjuna, ið liggur rættiliga høgt í løtum.
13min.: Hornasparksinnleggið støkkur útfrá. Rannvá B. Andreasen roynir seg, men bólturin fer við síðuna av.
12min.: Føroyar fáa fríspark í vandamiklari støðu úti í síðuni. Frísparkið verður lagt úfrá til Ansy Sevdal, sum langar til, og slovenski málverjin má vippa bóltin upp um málið til hornaspark.
10min.: 1-0 til Slovenia! Tær spæla bóltin inn um verjuna, og leggja bóltin tvørtur um í brotsteiginum, har føroyska verjan ikki fær ruddað burtur. Tað endar við, at Lara Ivanusa skjýtur bóltin í málið.
6min.: Føroyar liggja djúpt, men vit hava nú pilkað bóltin frá Slovenia nakrar ferðir og royna at byggja eitt álop upp.
3min.: Føroyar hava havt fyrstu skotroyndina. Í eyðkendum stíli vinnur Heidi Sevdal bóltin frá slovensku verjuni og tuskar ímóti málinum. Hon velur at skjóta langt útifrá, og slovenski málverjin bjargar.
2min.: Slovenia vinnur sær hornaspark. Tær leggja innfyri, men stúta við síðuna av.
1min.: Slovenia kemur í eina góða støðu alt fyri eitt, men Lív F. Arge fær ruddað burtur.
1min.: Dysturin er byrjaður.
Undan dystinum: Hetta er fyrsti dysturin eitt føroyskt landslið spælir í búnum frá nýggja klædnamerkinum, Macron. Litirnir í kvøld eru tó teir somu: Hvítt frá toppi til tá.
Undan dystinum: Tað er av fagrasta veðri á Tórsvølli. Tað er lýtt, turt og bara eitt lítið lot.
Undan dystinum: Dómaratoymið í dag er úr Póllandi. Dómarin eitur Katarzyna Lisiecka-sek.
Byrjunaruppstilling, Føroyar: Jóna Nicolajsen – Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Rannvá B. Andreasen, Katrina Akursmørk – Olga Kristina Hansen, Eyðvør Klakstein, Arnborg Lervig, Ansy Sevdal, Ásla Johannesen – Heidi Sevdal
Byrjunaruppstilling, Slovenia: Mersnik – Erzen, Agrez, Rozmaric, Erman – Conc, Korosec – Kolbl, Prasnikar, Ivanusa – Zver