Landsdystur
Stóri spurningurin undan dystinum leygardagin var, hvussu føroyski miðvøllurin fór at síggja út.
Tá tað kom til stykkis, gjørdist Rógvi Jacobsen partur av nýggju samansetingini, og hetta var sjálvandi nakað, sum klaksvíkingurin var fegin um.
- Eg fekk einki at vita, fyrr enn á taktik-fundinum undan dystinum, men sjálvandi hevði eg vóna, at eg nú fekk møguleikan. Har skuldu jú nýggir menn finnast fyri bæði Julian og Fróða, so møguleikin var avgjørt til staðar. Tað var helst eitt val ímillum meg og Súna.
Bíðaði í tvey ár
Hóast tað var fyrsta ferð, at hann fekk møguleikan frá dystarbyrjan á landsliðnum, so tóktist Rógvi ikki at hava so øgiliga stórar trupulleikar av at fella inn á liðið.
- Í byrjanini misti eg kanska onkrar óneyðugar bóltar, men yvirhøvur haldi eg tó, at tað gekk so hampuliga væl.
Hóast tað ikki vóru so nógvir áskoðarar í tali, so var gangurin frá hesum øgiligur, men Rógvi helt tó ikki, at tað var nakað, sum nervaði føroysku leikararnar.
- Har larmaði ræðuliga nógv niðri á vøllinum, men tað er ikki nakað, sum mann hugsar um, tá dysturin byrjar.
- Tað var tó eitt stórt upplivilsi at sleppa við frá byrjan. Nú havi eg siti á beinkinum í eini tvey ár, so eg var sjálvsagt sera fegin um møguleikan, sum vónandi ikki verður hin seinasti, sigur Rógvi at enda.