Bíðaðu í 113 ár

Argentinska Banfield vann sunnudagin sítt fyrsta meistaraheiti í søguni hjá nú 113 ára gamla fótbóltsfelagnum. Á seinasta leikdegi tapti Banfield annars 2-0 móti Boca Juniors, men samstundis tapti Newell’s Old Boys sín dyst, og so var klárt til stóru veitsluna hjá felagnum, sum varð stovnað í 1896 av enskum, skotskum og írskum tilflytarum.