B&O í bilin

Danska Bang & Olufsen hevur leingi verið ein av hægst virdu framleiðarunum av ljóðútgerð til heimið. Fyri stuttum hevur fyritøkan í Struer víðkað um virkisøkið, sum nú eisini skal fevna um ljóðútgerð til bilar. Samstarv er longu gjørt við AUDI, har topp-modellini hjá fyritøkuni nú fáast við B&O útgerð, og roknað verður við, at enn eitt samstarv verður avdúkað á bilamessu, sum hósdagin verður sett í Fraklandi. Kostnaðurin fyri eitt B&O anlegg í bilinum liggur um 45.000 kr.