B&O fær ákoyringar

Nýggi Beosound 6 er ein lítil tónleikaspælari, sum ikki er heilt ólíkur iPod Nano. Vanliga fær danska verksmiðjan stórar rósur fyri sniðgeving sína, men Gadgetnews var tó ikki serliga vinarliga sinnað, tá teir ummældu Beosound 6. – Alt í alt so er talan bara um eina roynd at kopiera tað, sum onnur hava gjørt. Og hetta enntá við einum láturliga dýrum príslepa, verður sagt í tíðarritinum. Ætlandi fer nýggja Beosound 6 at kosta 625 evrur. Fyri hetta fæst ein tónleikaspælari við 4 Gb minni, ið kann spæla mp3- og wma-fílur.