Sjóvar kommuna hevur samtykt at arbeiða víðari við hugskotinum um at byggja luta- ella leiguíbúðir á Strondum.
Tað var mánadagin hin 30. apríl, at kommunan hevði vitjan av fólki frá Húsalánsgrunninum, sum er farin undir at fyrireika íbúðarbygging kring landið.
- Húsalánsgrunnurin kann útvega, leiga og reka íbúðir, og vænta tey at fara undir einar 15 verkætlanir í ár. Talan er ikki um marglætisíbúðir, men um íbúðir, sum verða lagaðar til einstaka tørvin hjá fólki.
Sjóvar kommuna vísir á, at uppskotið er, at kommunan útvegar grundstykki og ger tað byggibúgvið. Húsalánsgrunnurin byggir íbúðirnar, og høvið verður so at keypa sær ein lut í eini íbúð.
- Kostar íbúðin eitt nú eina miljón krónur at byggja, keypa fólk ein lut, sum verður 20% av kostnaðinum. Mánaðarliga gjaldið kann sostatt haldast á umleið 4-5.000 krónur um mánaðir.
Lagt verður aftrat, at Húsalánsgrunnurin ger reglugerð - standardviðtøkur - fyri víðarisølu so leingi, sum lán er í lutinum. Sambært tørvskanning hjá Húsalánsgrunninum eru best egnaðu íbúðirnar tær, sum eru millum 63 og 80 fermetrar til støddar.
Ein annar møguleiki er at byggja leiguíbúðir.
Sjóvar kommuna hevði málið fyri á kommunustýrisfundi mánakvøldið, og varð samtykt at arbeiða víðari við íbúðarætlanini.