Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at ganga umsóknini frá Jens Marius Poulsen, býarstjóra, um at verða loystur úr starvi í summar Eftir 30 ár í tænastu hjá Tórshavnar býráð hevur Jens Marius Poulsen nú gjørt av at fara frá sum býarstjóri.
Hann byrjaði í starvi hjá kommununi 1. juni 1979 á skattadeildini, og hevur so gjøgnum árini arbeitt seg upp til at vera býarstjóri í dag.
Jens Marius Poulsen sigur, at tað sjálvandi altíð er ein tung avgerð at taka eftir so nógv ár í sama starvi, men hann heldur samstundis, at tað var ein góð avgerð.
Eg havi hugsað um hetta leingi, og eg tosaði við borgarstjóran um hetta longu fyri einum ári síðani, so ahh hevur verið fyrireikaður upp á hetta, sigur Jens Marius Poulsen.
Hóast tað hava verið langir dagar í býráðnum, einar 12 tímar í meðal, so er fráfarandi býarskrivarin ikki bangin fyri at fara at keða seg, nú hann verður pensjóneraður.
Eg eigi í einum báti, so nú verða stundir at fara í fjørðin, tá hugur og veður er. Eisini havi eg fingist nakað við sluppina Westward Ho, og eg hevði ta fragd at vera við henni tveir túrar í fjør. Annars havi eg bæði jørð og urtagarð, so dagarnir far nokk at verða fullir kortini, sigur Jens Marius Poulsen.
Hann kann nú við nøgdsemi hyggja aftur á eitt langt tíðarskeið í Tórshavnar kommunu, og hann minnist serliga stóru broytingarnar tá KT gjørdi innrás í skrivstovuarbeiðinum, og stóra framstigið, tá Snarskivan varð sett á stovn.
Eg havi verið ógvuliga glaður fyri at hava verið her. Og tað er eisini sera hugaligt at síggja, at nøkur av teimum tingunum, eg havi sett í verk, bera blóma, sigur Jens Marius Poulsen.