Orsøkin er, at eini eldri hús eru tikin niður. Talan er um húsini gomlu húsini hjá Bena Wardum.
Tað er Siri Eysturoy, sum nú eigur ognina. Hon fer at byggja ein handils- og íbúðarbygning uppaftur á grundina.
Menn arbeiddu allan leygardagin við at fáa húsini niður. At hjálpa sær hava teir eina stóra maskinu hjá Tórshavnar Kommunu, sum vanliga arbeiðir við gomlum jarni á Sandvíkahjalla.
Hetta er einasta maskina av slíkum slag í landinum, og hon lættir sera nógv um hjá teimum, sum eitt nú skulu ríva eini hús niður sum hesi.