Íbúðarneyðin er størsti trupulleikin hjá menningartarnaðum

? Tey menningartarnaðu hava einki merkt til, at tíðirnar eru vorðnar betri í tí føroyska samfelagnum, og meðan politikarar tosa um metyvirskot, er einki eftir til tey veikastu, sigur formaðurin í Javna, Diana í Puntabyrgi, nú 30 ár eru liðin síðani stovningardagin

 

Í dag er bústaðarneyð og íbúðarneyð hjá fleiri samfelagsbólkum, men Diana heldur, at tey menningartarnaðu eru ringast stadd, tí eingin menning er farin fram tey seinastu tíggju árini.

? Hjartamálið hjá Javna í dag er, at ein loysn fæst á íbúðartrupulleikanum hjá teimum menningartarnaðu. Eingin betring er farin fram á hesum økinum tey seinastu tíggju árini, og tí má gongd koma á.

Diana heldur ikki, at hesin bólkurin merkir nakað serligt til, at samfelagshjólini mala við fullari ferð, og tað harmast hon stórliga um.

Tað eru nógv, ið hava bíðað í fleiri ár fyri at sleppa inn á sambýli ella stovnar, men eingi pláss eru, staðfestir Diana. Um bæði foreldrini fella frá, so fæst ofta eitt pláss, men annars er tað sera torført.

Onkur hevur búð á umlættingarheimi, ið ikki er ætlað til fastan bústað, í fleiri ár, tí einki annað pláss er. Umstøðurnar hjá fleiri av teimum eru lítið virðiligar, heldur Diana.

? Vit í Javna nýta tað mesta av tíðini til at streingja á at finna eina loysn á bústaðartrupulleikanum hjá okkara menningartarnaðu, sigur Diana í Puntabyrgi.


Javni 30 ár

Tann 14. mai í 1971 varð felagið Javni, landsfelagið teimum evnaveiku at bata, stovnað. Tann dagin fyri tredivu árum síðani fekk táverandi landsstýrismaðurin, Jákup Lindenskov, bræv frá felagnum, har heitt varð á hann um at skipa soleiðis fyri, at tey menningartarnaðu kundu hava ein møguleika at vera verandi í heimlandinum.

? Vit krevja tað sum ein menniskjaligan rætt, at hesum fólkum (teimum menningartarnaðu, blm.) verður tryggjað ein forsvarlig tilvera í heimlandi teirra, og vit biðja tí landsstýrið um at streingja á ríkismyndugleikarnar um, at hetta fyrireikaða mál verður tikið fram og fullført, stendur í brævinum til landsstýrismannin.

Hetta var tað fyrsta tiltakið hjá Javna, og tað eydnaðist felagnum at fáa tey menningartarnaðu heimaftur til Føroyar.

? At tey komu heimaftur til Føroyar, og at tey ikki noyddust av landinum er tað størsta gjøgnumbrotið hjá felagnum Javna síðani stovningardagin, sigur Diana í Puntabyrgi, ið tó ikki var við til at seta felagið á stovn. Hon hevur tó verið virkin í Javna, síðan hon flutti heimaftur við familju í 70-unum, og hon hevur verið formaður nøkur skeið.


Fyrilestrar

Í sambandi við at tredivu ár eru liðin, síðani Javni varð sett á stovn, verður skipað fyri almennum fundi við fyrilestrum í samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið klokkan 19.

Røðarar vera Christian P. Dahl, fulltrúði, ið heldur fyrilestur við heitinum ?Rættartrygd grundað á lóg og siðvenju?, og Karin Kjølbro sum fyrrverandi leiðari á Andveikraverndini skal halda fyrilestur við heitinum ?Hvønn góðan eigur barnið, tá vit eru farin?. Jóannes Hansen verður fundarstjóri.

Formaðurin í Javna vónar, at fólk møta væl upp til fundin. Politikarar hava fingið innbjóðing til tiltakið, og nú tá løgtingsvalið nærkast, kann hugsast at nakrir teirra fara at møta upp.