FOSTURTØKA
Birni Hansen, kommunulækni í Havn, sigur, at hugburðurin hjá tí einstaka læknanum um fosturtøka er røtt ella skeiv, er tað sum avgerð, um okkara kvinnur fáa framt fosturtøku ella ikki.
- Átrúnaliga grundarlagið hjá læknanum er tað sum ger av, um kvinnur sum koma til læknan fáa fosturtøku ella ikki, sigur kommunulæknin.
Fosturtøkulóggávan ger tað møguligt hjá hvørjum einstøkum lækna at gera, sum hann metir vera best.
- Bíblian verður nýtt sum høvuðsargument fyri, at kvinnur ikki skulu fáa fosturtøku. Í øllum førum hjá teimum læknum, sum er trúgvandi, sigur Birni Hansen.
Hjálp kvinnum í neyð
Kommunulæknin í Havn sigur, at læknar hava sum høvuðsendamál at hjálpa tí, sum er í neyð, og tí er tað týdningarmikið, at privat sjónarmið ikki ávirka avgerðina hjá læknunum.
- Eg haldi, at okkara endamál er altíð at hjálpa tí sum situr yvir av okkum og ikki at døma teirra avgerðir, sigur Birni Hansen.
Tað er sambært kommunulæknanum í Havn sera trupult hjá øðrum at seta seg í støðuna hjá tí einstøku kvinnuni, og tí skal tað ikki verða upp til læknarnir at taka avgerð um, hvørt tað er rætt ella skeivt at velja fosturtøku.
- Eingin kann seta seg í støðuna hjá tí, sum ynskir fosturtøku, og um vit nokta kvinnuni fosturtøku, hava vit ein álvarsligan trupulleika, sigur Birni Hansen.
Aðrastaðni í heiminum kann noktandi svar frá læknunum føra við sær, at kvinnur kenna seg so hjálparleysar, at tær taka lívið av sær.
- Hvat gera vit, um okkara kvinnur gerast so desperatar, at tær fara so langt, sum til dømis at gera sjálvmorð? Vit hava skyldu til ikki at kroysta okkara kvinnur so langt út, at tær ikki kenna aðrar útvegir, sigur Birni Hansen.
Løgtingslimir hugsa bert um egnar kenslur
Løgtingi er evsti myndugleikin og tí rætta forum at umrøða slíkar spurningar. Birni Hansen heldur, at løgtingslimir bert hugsa út frá egnum kenslum og hava ikki nóg nógva vitan til at kjakast um evnið.
- Løgtingslimir duga ikki at seta seg í støðuna hjá kvinnuni og hugsa bert út frá egnum kenslum, og tað er allarhelst tí, teir ikki hava nóg stóra vitan um evnið, sigur hann.
Fyri kvinnurnar, sum ynskja fosturtøku, er tað sambært Birna óviðkomandi, hvørja støðu løgtingslimir hava.
- Hvat tinglimir halda um fosturtøku, er líkamikið fyri ta desperatu kvinnuna. Hon hevur hugsað seg væl um, áðrenn hon fer til lækna, og tá er tað hennara innasta ynski at fáa framt fosturtøku, sigur Birni Hansen.
Fyri hann er tað líkamikið, um vit broyta lógina, soleiðis at frí fosturtøku verður í Føroyum.
- Eg haldi, tað er prinsipielt líkamikið, um vit hava fría fosturtøku ella ikki, tí vit kunnu sum nú er bara handla út frá kvinnuni og hennara ynskjum, og vil hon hava fosturtøku, so ber tað altíð til at hjálpa henni, sigur Birni Hansen at enda.
Læknar trupulleikar av sannleikanum
Vit hava áður hoyrt læknar úttala seg um fosturtøku spurningin. Ávísur læknar hava staði alment frammi og staðfest, at vit fremja nógvar ólógligar fosturtøkum í Føroyum. Men hetta vil eingin teirra endurtaka í dag, tí trupulleikarnir hava verið ov nógvir síðan tá. Samfelagið hevur sambært viðkomandi læknum ikki tikið hesar útsagnir á jaligan hátt, og tískil hava teir valt at halda hesa innanhýsis vitan fyri seg sjálvar.