Bíblian sum meldurbók

Útgávan er ein listarlig myndabók, ið er ætlað børnum í ymsum aldri. Hvør opna lýsir eitt evni úr Bíbliuni við eini stórari mynd, ið er samansett av fleiri myndum. Her kunna foreldur og børn saman leita eftir brotmyndum í myndameldrinum  – tí nevna vit bókina Meldurbíblian.

 

Forlagið “Bókin” hjá Føroyska Bíbliufelagnum gevur Meldurbíbliuna út í samstarvi við Danska Bíbliufelagið, sum hevur prentað bókina á grønlendskum og donskum.