Býbussur árendur

Bussførarin kom til skaða, tá ið ein býbussur varð árendur av einum vøruvogni

Ein býbussur rendi á ein vøruvogn uppi við Bónus í Havn. Eitt ferðafólk var við í bussinum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn veit ikki so nógv at siga, tí at tað er so nýligani hent í skrivandi løtu.
- Vognurin og bussurin rendu saman uttanfyri Bónus í Havn. Eitt ferðafólk var við bussinum. Tað var ein kona, og hon boðaði løgregluni frá. Bussførarin var ikki so væl fyri, og sjúkrabilurin kom eftir honum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Sum tað sæst á myndini, varð bussførarin borin við børu í sjúkrabilin.