Í gjár framdi Hvidbjørnen fiskiveiðieftirlit umborð á trolbátinum, Búgvanum, og har var staðfest smávegis brot á ásettu fiskiveiði reglugerðina. Hetta viðførdi vegleiðing og eina viðmerking.
Men í sambandi við eftirlitið varð staðfest, at bert tríggir mans vóru umborð á Búgvanum í mun til kravdu manningina á fýra.
Hetta eru viðurskifti, sum eftirlitið fyrr í ár hevur víst á mótvegis skiparanum. Hvidbjørnen setti seg í samband við Færøernes Kommando, sum so aftur tosaði við Sjóvinnustýrið. Brotið varð mett so álvarsamt, at Búgvin fekk boð um sigla til lands beinanvegin at fáa viðurskiftini í lagi.