2. deild
Undan kappingini varð tað av mongum mett, at B71 og ÍF mundu teljast millum bestu boðini at fylgja stórfavorittunum úr Vágoynni í oddastríðnum í bestu deildini.
Fyri báðar partar hevur tað tó verið so, at vónbrotini hava verið væl fleiri enn gleðisløturnar, og eitt skifti hava tey bæði eisini stríðst við leiklutinum sum botnli.
Seianstu umførini hevur tó gingið framá, og tí var spenningurin stórur, tá liðini bæði hittust á Sandi um vikuskiftið.
Tað vóru vertirnir, sum komu betri frá byrjan, tá Jónsvein Thomsen skeyt einasta málið fyri steðgin. Í seinna hálvleiki tók ÍF alt meira yvir, og teir fingu eisini bæði javnað og lagt seg á odda við málum, sum Hanus Eliasen og Pauli Jarnskor skutu.
Tað eydnaðist tó heimaliðnum at vinna sær javnleik, tá Eli Hentze umsetti brotsspark til mál.
Við javnleikinum halda bæði B714 og ÍF fast um vónina at vinna sær rætt til upp- og niðurflytingardyst, men fyri bæði er tó galdandi, at so eru tað neyvan ráð til fleiri stigamissir afturat.
B71-ÍF:2-2(1-0)
1-0: Jónsvein Thomsen
1-1: Hanus Eliasen
1-2: Pauli Jarnskor
2-2: Eli Hentze b