Mark og undirgrund
-Vit fara nú at leggja alla orku í at loyst stóra marknamálið fyri sunnan, nevniliga rættin til Rockall og Hattonháslættan sigur íslendski uttanríkisráðharrin Halldór Ásgrímsson við Sosialin, eftir at hann og løgmaður hava undirskrivað eina avtalu um markið millum Føroyar og Ísland.
Nú markið millum Føroyar og Ísland er komið uppá pláss fara bæði londini at brúka bæði tíð og orku til at útvega sær neyðugu prógvini til at kunna gera krav uppá part av hesum stóra øki tvs. eitt øki, sum liggur uttanfyri 200 fjórðingar og sum fýra lond gera krav uppá. Umframt Ísland og Føroyar eisini Bretland og Írland.
Halldór Ásgrímsson sigur, at íslendska stjórnin hevur sett einar 70 mill. kr. av til kanningar næstu fimm árini, sum skulu útvega teimum upplýsingar eitt nú um jarðfrøðina tvs. ryggin, sum gongur úr Íslandi til Føroya og víðari suðureftir. ?Vit mugu hava okkara egnu upplýsingar og nú vit hava loyst marknatrætuna við føroyingar kunnu vit brúka orkuna uppá tað málið.
Íslendski uttanríkisráðharrin fegnast um, at Danmark nú hevur ratifiserað altjóða havrættarsáttmálan, nakað, sum Ísland hevur gjørt fyri nógvum árum síðani. Hann viðgongur, at tað enn er long leið at ganga, áðrenn nøkur semja fæst um tað stóra økið sunnan fyri Føroyar. Tað er sett ein freist til 2013 at fáa hetta málið loyst so ella so.
Hildið verður, at stórir møguleikar eru fyri at finna kolvetni í undirgrundini har. Haraftrat kemur at týðandi ráevni liggja á sjálvum havbotninum. Tað er m.a. ognar- og nýtslurættin til hesi tilfeingi, sum tey fýra londini gera krav uppá. Eisini frá føroyskari síðu verður arbeitt við hesum máli og kemur tað væl við, at meira orka og tíð ikki skal brúkast til at fáa markið við Ísland uppá pláss. Eftir hesa avtaluni og avtaluna við bretar um landgrunnsmarkið ber til at leggja seg eftir hesum fyri føroyingar seinasta marknamálinum. Føroyingar eru eisini farnir at savna sær tilfar, sum skal kunna staðfesta okkara rætt til part av økinum sunnanfyri. Tað verður so eisini Árni Olafsson, sum kemur at standa fyri hesum arbeiði eins og hann hevur gjørt tað í sambandi við hini marknamálini viðvíkjandi markið til Bretlands og Íslands.
Umframt hetta økið ger íslendingar eisini krav uppá eitt øki í Irmingarhavinum og so móti Jan Mayen.