Bæði fara eftir sigrinum

Um VB og NSÍ ætla sær at bíta seg fastan í oddastríðnum, er neyðugt at vinna dystin sínamillum í Vági í kvøld, og tí fara bæði liðini eftir øllum trimum stigunum.

Lagt er upp til ein spennandi dyst í Vági í kvøld, tá ið runavíkingar koma suður á vitjan. Tá ið liðini hittust í Runavík við kappingarbyrjan, endaði tað við javnleiki 1-1. Dystirnir millum VB og NSÍ eru ofta rættuliga tættir, og í kvøld verður neyvan nakað undantak.

Dalius kemur ikki aftur
Hjá vágbingum sær tað gott út, nú farið verður undir seinnu hálvu. VB hevur verið á venjingarlegu í Danmark, og liðskiparin hjá VB, Eyðun Jacobsen, sigur, at venjingarlegan royndist stak væl. - Vit eru sera væl fyri, nú farið verður undir landskappingina aftur, sigur hann.
Tað er greitt, at annar litavin hjá VB, Dalius, ikki verður við aftur í ár. Hann gjørdist sjúkur fyrr í ár, og er ongantíð komin fyri seg. Síðani Dalius fyrr í summar kom aftur til Litava, hevur hann enn einaferð verið innlagdur, og av tí at einki útlit eru fyri, at Dalius verður førur fyri at spæla fótbólt aftur í hesum kappingarárinum, er gjørt av, at hann verður verandi í Litava. Danin Brian Andresen, ið var við á VB-liðnum tveir teir seinastu dystirnar undan summarsteðginum, er farin aftur til Danmarkar, og hann verður tí heldur ikki við á liðnum hjá vágbingum. Somuleiðis verður Jákup Olsen heldur ikki við, tí at hann er skaddur.

Jákup Emil skal aftur royna seg
Hjá runavíkingum ræður tað nú um at reisa seg eftir ósigurin í steypafinaluni Ólavsøkudag. NSÍ noyðist tó at verða sín royndasta leikara, Jens Martin Knudsen, fyriuttan, tí at hann fekk reyða kortið í finaluni. Avloysarin hjá Jens Martini í finaluni, Jákup Emil Hansen, sleppur tí enn einaferð at royna seg í málinum hjá runavíkingum, og so verður spennandi at síggja, um hann fer at standa seg eins væl sum í steypafinaluni.
Ein av berandi kreftunum á miðvøllinum hjá NSÍ, Ian Højgaard, fekk ein skaða undir venjing mánakvøld, og hann verður neyvan við í Vági í kvøld. Hinvegin kunnu runavíkingar fegnast um, at sterki vongverjin í vinstra borði, Sjúrður Jacobsen, nú er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið leikbannaður tveir teir seinastu dystirnar. Óli Hansen hevur eisini havt ein smásnudd, men hann verður væntandi við í kvøld.
Ein av teimum yngru leikarunum hjá NSÍ, ið veruliga hevur gjørt vart við seg í ár, er Andy Olsen. Hann sigur, at sjálvandi eru runavíkingar vónbrotnir um steypaósigurin, men hann sigur tó, at teir nú bara hyggja frameftir, og teir fara til Vágs eftir øllum trimum stigunum. Tó heldur Andy Olsen, at teir møguligani kunnu liva við einum javnleiki, hóast tað merkir, at teir óivað missa eitt lítið fet í oddastríðnum.