Higartil í ár hava føroysk skip avreitt væl meiri av fiski enn í fjør. Og tey hava eisini fingið væl betri prís fyri fiskin enn í fjør.
Tey nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at fyrstu sjey mánaðirnar í ár, hava føroysk skip avreitt tilsamans 53.199 tons av fiski og tað eru átta prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Her er talan um feskan fisk, men uppsjóvarfiskur er ikki við.
Samstundis vísir uppgerðin, at eisini prísurin á fiski er hægri í ár enn hann var í fjør, tí tilsamans hava skipini avreitt fyri 657.440 milliónir fyrstu sjey mánaðirnar í ár og tað eru 15,2 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tølini vísa, at ikki minst er tað fiskiskapurin eftir toski, sum er munandi betri í ár enn í fjør. Higartil í ár hava føroysk skip avreitt 15.923 tons av toskiog tað eru heili 59,9 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Hendan nøgdin varð avreidd fyri 319.947 milliónir krónur, og tað er 63,7 prosent meiri enn avreiðingarvirðið á toskinum var teir fyrstu sjey mánaðirnar í fjør.
Sama støðan er í fiskiskapinum eftir hýsu, tí hann var 4.841 tons teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár og tað eru 60 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør og avreiðingarvirðið í ár var 65.430 milliónir og tað er 52, 7 prosent hægri enn í fjør.
Hinvegin er fiskiskapurin eftir upsa minkaður munandi. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár fiskaðu skipini 11.147 tons av upsa og tað eru 23,2 prosent minni enn í fjør. Í ár er upsi avreiddur fyri 68,152 milliónir, og tað eru 31 prosent minni enn í fjør.