? Eg ivist í um ein fiskidagabanki er tað rætta.
Ein av fremstu framsøgumonnunum hjá samgonguni í fiskivinnumálum, Heini O. Heinesen, formaður í fiskivinnuni, tekur ikki treytaleyst undir við hugsanini hjá Búskaprráðnum um at gera ein almennan fiskidagamarknað. Hann sigur, at ein fiskidagamarknaður samsvarar í hvussu so er ikki við ætlanirnar um fríar ræsur at keypa og selja fiskidagar, uttan so, at tann, sum fyrst keypir fiskidagar, eigur teir næstan í allar ævir og so kann handla teir víðari.
Hann ivast somuleiðis í, um tað er rætt, at ongin skal sleppa at fiska, uttan at hann fyrst skal hava verið noyddur at keypa sær fiskidagar frá tí almenna.
Hann heldur eisini, at ein fiskidagamarknaður er tað sama sum at stýra fiskivinnuni alment, og tað hava vit ikki altíð havt so góðar royndir av.
Formaðurin í vinnunevndini sigur, at endamálið við fiskidagaskipanini var, at tað helst skuldi mangla fiskidagar fyri at avmarka fiskiskapin. Leypa fiskidagar, er tað ikki avmarkandi og so er eisini smáligt við keypi og sølu av døgum.
Tó heldur hann, at ein slíkur fiskidagabanki kundi verið brúktur til at stýrt trýstinum á fiskastovnarnar við.Tí vísir tað seg, at trýstið á onkran stovn verður ov hart, kundi tað almenna bara avmarka útboðið av fiskidøgum.
Heldur út til økini
Heini O. Heinesen sigur, at verður tað frítt at keypa og selja fiskidagar, fara teir, sum tað gongur gott hjá, at keypa allar dagarnar.
?Sostatt er vandi fyri at fiskirættindini verða miðsavnað í ávísum økjum í landinum og at summi øki í afturfyri koma at liggja við ongum rættindum, áðrenn tey vita av.
Tí tekur formaðurin í fiskivinnunevndini heldur undir við, hvørt øki í landinum fær tillutað eitt ávíst fiskidagatal. Tað hevði forðað fyri miðsavningini og fyri at summi øki komu at liggja øskukøld, sigur Heini O. Heinesen.