Bæði leik og lærd á ráðstevnu

Í morgin klokkan 9 byrjar almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum um komandi fiskivinnupolitikk Føroya.

Í morgin klokkan 9 byrjar almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum um komandi fiskivinnupolitikk Føroya. Tað eru Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan og Norðurlandahúsið, sum standa aftan fyri tiltakið, har fleiri áhugaverdir fyrilestrar eru á skránni.

 

Tað verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setir ráðstevnuna, og síðan verða ein røð av fyrilestrum á skránni, sum lesast kann um á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum - www.nlh.fo

 

Úr rúgvuni av fyrilestrum kann nevnast, at Eydna í Homrum, sum starvast á Havstovuni, fer at greiða frá um uppsjóvarfisk klokkan 9.25, og klokkan 9.40 fer Petur Steingrund, sum eisini starvast á Havstovuni, at røða um botnfisk.

 

Klokkan 11 fer Annfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag, at halda fyrilestur um havfiskiskap nú og í framtíðini, og klokkan 11.15 fer Jógvan Gregersen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, at røða um evnið, hvørt vit skulu framleiða matvørur í Føroyum ella ei.

 

Fleiri aðrir føroyskir og útlendskir fyrilestrar eru á skránni, og millum spennandi nøvnini eru bæði leik og lærd. Klokkan 15 í morgin verður pallborðsorðaskifti, og tá tað er liðugt, endar ráðstevnan um komandi fiskivinnupolitikk Føroya.