Bæði liðini hóma ovastu rók

HB er fullmannað, meðan B68 saknar ein og kanska tveir lyklaspælarar

Tað er gott lag í HB. Hósdagin fingu teir meiri enn annað beinið í steypafinaluna, og nógvi undanvindurin hesar síðstu ferðirnar ger, at HB er besta og ? sum støðan er í løtuni ? einasta boðið upp á eitt lið, sum hevur møguleika bæði at vinna FM og steypakappingina.

Um teir fáa fulla úrtøku í morgin og aftur mikudagin, tá teir skulu til Sørvágs, at spæla útsetta dystin frá fjórða umfarinum, so er møguleikin ikki burtur, at HB verður fremst, tá teir komandi leygardag skulu spæla móti grannunum í B36.

Eftir stórsigurin á VB eru allir spælararnir uttan ein tøkir, tá B68 í morgin kemur í Gundadal. Verjuspælarin Florin Miháescu er langtíðarskaddur.

Hagtølini siga, at HB fer at vinna, ella verður tað javnleikur. Síðani besta deildin í 1988 var víðkað til tíggju lið, hevur HB vunnið seks ferðir í Gundadali móti B68, og seks ferðir hevur tað verið javnleikur. Í fjør endaði tað 1?1, meðan HB vann bæði í fyrraárið og í 1997. Tá vóru úrslitini ávikavíst 3?1 og 6?1.


Bíða framvegis eftir Fróða

Toftamenn hava í morgin fyrimunin av, at teir ikki vóru í strævnum stríði hósdagin. Men B68 er skert í morgin. Fróði Benjaminsen hevur smárunnið í hesi vikuni, men hann hevur ikki vant saman við liðfeløgunum, og í gjár bendi lítið ella einki á, at hann skal spæla í morgin.

Jan Petersen hevur ikki vant seinnapartin av vikuni. Hann hevur ligið við hálsbruna. Tá vit vóru í sambandi við B68 var ikki greitt, um vongverjin verður tøkur í morgin.

Tríggir spælarar, sum í fjør vóru á HB liðnum, fara í morgin fyri fyrstu ferð eftir skiftið frá HB í Gundadal at stríðast fyri B68 og ímóti HB. Teir eru toppskjúttin í 1. deild, Súni Fríði Johannesen, Jákup Eli Olsen og Jan C. Dam. Hesin seinast nevndi er eins og B68 venjarin, Jóannes Jakobsen, HB maður av uppruna.tandi fótbóltsspæl.

Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.

Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.

Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.

Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.

Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.


HB-B68 3-4 (2-2)


1-0: Andrew av Fløtum 8.

1-1: Marcello Marcelino 13.

1-2: Øssur Hansen 18.

2-2: Hallur Danielsen 44.

3-2: Jón Rói Jacobsen 46.

3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.

3-4: Marcello Marcelinho 90.


Dómari: Petur Reinert


HB:

Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


B68:

Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen