Bæði stór og smá arbeiði

- Fyrr smíðaðu vit mest sethús. Men nú er talan meiri um størri arbeiðir, sigur timburmaðurin, Jan Mohr úr Fuglafirði.

Gøta: - Vit hava nokk at gera beint nú. Ja, vit hava faktiskt tað, sum man skal brúka.
Uppi í einum stilladsi í Gøtu stendur fuglfirðingurin, Jan Mohr. Í dag er talan um at gera klárt at seta eina takrennu í. Men dagliga er hann við í nógv størri arbeiðum enn hetta.
Jan hevur nevniliga einar 10 mans í arbeiði, og er í løtuni ein partur av einum størri arbeiði í Fuglafirði og einum størri arbeiði í Runavík.
- Fyrr arbeiddu vit mest við sethúsum. Men ta seinastu tíðina hevur tað mest verið slík størri arbeiðir, sum hesi, sigur hann.

Stór arbeiði
Henda dagin vit vitjaðu Jan, var hann í ferð við at rigga hesi húsini hjá ommu síni í Gøtu til tann stóra føðingardagin. Omma hansara er ikki ein og hvør, tí nakað eftir vitjanina fylti henda konan, Mia á Støðini 100 ár.
Teir høvdu frammanundan skift takið út, og nú var túrurin so komin til úthangið og takrennurnar.
Tey størru arbeiðini, sum Jan er við í, er í fyrsta lagi at gera ein nýggja deild til Føroya Sparikassa í Fuglafirði. Hetta arbeiði skal verða liðugt í ár.
Samstundis við hetta eru menn hjá honum við í arbeiðinum at víðka um Røktar- og Ellisheimið í Runavík við 24 íbúðum. Hetta arbeiðið skal verða liðugt í mars mánað næsta ár.
- Í løtuni hava vit ikki onnur størri arbeiði fyri framman. Men sum er, eru vit bookaðir hetta árið út og nakað inn í næsta ár eisini, sigur Jan.

Mynd: Bárður