Í nátt tók løgreglan tveir unglingar í einum bili í Kollafirði.
Og tað verður ein dýr søga, bæði fyri unglingarnar og tann, sum eigur bilin.
Bilurin við unglingunum í var steðgaður í vanligum eftirliti hjá løgregluni, táið klokkan akkurát var farin av fýra í morgun.
Tað vísti seg, at unglingarnir áttu einki í bilinum, men høvdu stolið hann úr Fuglafirði.
Somuleiðis vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka og harafturat hevði hann einki koyrikort.
Menninir verða ákærdir fyri stuldur og bilførarin verður harafturat ákærdur fyri at hava koyrt við kenning og við ongum koyrikortið.
Men tann, sum eigur bilin, sleppur heldur ikki ókeypis burtur úr hesum.
Tað vísti seg nevniliga, at hann hevur sett bilin frá sær, men læt lyklarnar standa í.
Og tað er ikki loyvt at ansa so illa eftir bilinum. Tí fær bileigarin 500 krónur í bót fyri ikki at hava tryggja sær bilin nóg væl