Bæði liðini eru hampuliga væl fyri undan seinasta dystinum. Einki stórt mannfall er í teimum báðum legunum.
Danin Micheal Jørgensen verður eftir øllum at døma ikki tøkur hjá venjaranum Per Langvad. Michael Jørgensen hevur mest verið í álopinum hjá sandoyingum. Í Klaksvík seinasta vikuskiftið hitaði hann upp, men gav síðani boð um, at hann ikki var klárur at spæla vegna skaða. Ikki er væntandi, at Micheal er sloppin av við skaðan leygardagin. Venjarin skal heldur ikki rokna við, at miðvallarin Iulian Florescu verður klárur. Hann var heldur ikki við í Klaksvík. Annars er eingin annar skaddur, og eingi leikbann eru í hópinum.
Eli Hentze hjá B71 heldur, at liðið ikki hevur spælt nóg væl, um hugt verður eftir spælarunum. Teir burdu eftir hansara tykki havt fleiri stig at vísa á við kappingarlok. B71 hevur ikki havt smálutirnar við sær. Sjey ferðir hevur liðið tapt við einum máli. Tey bestu úrslitini hjá teimum í ár hava verið sigrar ímóti VB og B36 á útivølli.
NSÍ hevur fingið næstflest stig í seinnu hálvu. Seks stig eru farin fyri skeytið, tá runavíkingar tvær ferðir eru farnir av vøllinum sum taparar. Bara VB, sum hevur mist fimm stig, hevur betri úrtøku í seinnu hálvu. Runavíkingar iðra seg um tey tólv stigini, liðið misti í fyrru hálvu. Allir spælarar eru skaðafríir, men Ian Højgaard er leikbannaður, tí hann fekk sítt triðja gula kort í stórsigrinum móti Sumba. Annars eru eini fimm spælarar hjá NSÍ, sum í fleiri vikur hava ligið á markinum, og teimum vantar bara eitt gult kort fyri at verða leikbannaðir. Teir flestu hava tó hórað undan.
Seinast liðini møttust endaði tað við javnleiki 1-1 á eystanstevnu. Støðan er tann, at NSÍ ikki kann røkka einum heiðursmerki, meðan B71 í veruleikanum ikki kann flyta niður. Trý stig eru niður til FS Vágar, men vágamenn skulu vinna við eini 24 málum ímóti KÍ, um teir skulu leggja sandoyingar afturum seg. Bæði liðini kunnu tí fara á vøllin uttan at hugsa um, hvussu leikur ferst aðrastaðni.