Tað var sjáldsama stórur áhugi fyri at sleppa at greiða atkvøðu á kirkjuráðsvalinum í Tórshavnar Eystaru Sókn í gjár. 20 ár eru síðani, at borgarar í hesum partinum av høvuðsstaðnum sluppu at velja til kirkjuráðið, og tað hevur kanska gjørt sítt til, at áhugin hesaferð var so mikið stórur.
Bæði ung og gomul
Jensa Heinesen, forkvinna í valnevndini, segði, tá ið liðugt var at telja atkvøðurnar um tíggjutíðina í gjárkvøldið, at 1074 fólk høvdu greitt atkvøðu. Hon fegnaðist um góðu undirtøkuna til valið, og seliga hugaligt helt hon tað verða, at tað vóru fólk í øllum aldri, ið høvdu víst valinum áhuga.
Valluttøkan kundi eisini verið væl hægri, tí sum skilst vóru tað fleiri veljarar, ið vendu við aftur, tá ið tey sóu longu bíðirøðina.