UPPTAKT
Báðir partar hava nógv at spæla fyri, tá ið EBStreymur í morgin fer at vitja á Svangaskarði. Hjá B68 er einki sum eitur. Tað er alneyðugt hjá teimum at fáa stig og vinna. Tað verður neyvan minni torført hjá teimum at fáa stig í síðsta umfarinum, tá ið teir skulu spæla í Gundadali ímóti B36.
Men tað verður ikki bara sum at siga tað at spæla móti EB/Streymi. Sundalagsmenninir eru væl fyri, og teir stríðast fyri at røkka bestu endastøðuni nakrantíð. Í fjør endaði EB/Streymur á sætta plássinum. Nú eru teir nummar fimm, og tað er framvegis møguleiki hjá teimum at røkka bronsuplássinum. Tí møguleikanum stríðast teir fyri.
Tá ið EB/Streymur síðsta sunnudag vann 2-0 á NSÍ, vóru allir spælararnir tøkir. Tað eru teir eisini hesa ferð. Sonni L. Petersen hevur í vikuni boðað frá, at hann eisini næsta ár ætlar sær at spæla fótbólt við EB/Streymi. Álopsspælarin er saman við tveimum øðrum ovast á skjúttaralistanum, og á Svangaskarði í morgin og annan sunnudag, tá ið EB/Streymur fer at spæla á heimavølli móti Skála, fara liðfelagarnir hjá Sonna einki at hava ímóti at hjálpa honum at lyfta seg upp um kappingarneytarnar Súna Olsen, GÍ,og Rógva Jacobsen, HB. Um tað fer at eydnast, so verður tað fyrsta ferðin yvirhøvur, at EB/Streymur fer at eiga besta málskjúttan í bestu deildini.
Einki út at geva
Hóast teir hava fingið fult tvær tær síðstu ferðirnar, so er tað framvegis soleiðis, at toftamenn eru illa sperdir í botnstríðnum. Men teir hava gott mót undan vitjanini av Eiði. Lagið verður sagt at hava verið gott undir venjing, og allir spælararnir eru tøkir. Eisini liðformaðurin Øssur Hansen, sum miðskeiðis í 2. hálvleiki ímóti ÍF noyddist at taka seg aftur, tí hann var smáskaddur.
Tá ið B68 vann á ÍF var tað fyrsta ferðin yvirhøvur í ár, at allir spælararnir hjá B68 vóru tøkir. Tá spældi Herbert í Lon Jacobsen við 3. deildarliðnum, sum við sigri á ÍF so at siga tryggjaði sær plássið í deildini.
Í tveimum teimum seinastu umførunum hevur brasiliumaðurin Anderson skorað fýra mál fyri B68. Í morgin fer at fáast at síggja, hvussu teir í EB/Streymi fara at taka sær av honum.